GLS-ráðstevnan flutt til januar 2013
 

GLS-ráðstevnuni (Global Leadership Summit) í Norðurlandahúsinum í fjør varð kunngjørt, at næsta GLS-ráðstevna verður hildin 26. og 27. oktober 2012. Men vegna at tað ikki ber til at fáa Norðurlandahúsið tá, hevur nevndin fyri GLS avgjørt at flyta ráðstevnuna til 11. og 12. januar 2013.

Afturmeldingarnar frá luttakarunum á GLS í fjør vóru sera jaligar. M.a. vístu nógvir luttakarar á, at Norðurlandahúsið er sera góður karmur um GLS-tiltakið. Nevndin metir tað eisini vera bestu loysn at hava tiltakið í Norðurlandahúsinum.

Tað er trupult, og í summum førum ómøguligt, at fáa Norðurlandahúsið seinast í oktober mánaði at halda ráðstevnuna í. Nevndin hevur tí tikið avgerð um at flyta GLS til januar mánað. Næsta GLS-ráðstevnan verður tí hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 11. januar og leygardagin 12. januar 2013. Avgerðin er tikin, tí at við at halda stevnuna í januar, hevur nevndin tryggjað sær, at Norðurlandahúsið er tøkt til GLS stevnur tey komandi árini. Komandi árini verður stevnan eftir ætlan hildin í januar mánaði.

Tey, ið longu hava teknað seg til ráðstevnuna, sum varð lýst at vera 26.-27. oktober 2012, nýtast ikki at tekna seg av nýggjum. Tekningin er longu galdandi til ráðstevnuna, ið verður 11. - 12. januar 2013.

Í næstum verða talararnir á komandi GLS kunngjørdir.

Luttøkugjøld
Luttøkugjøldini fyri komandi GLS 11.-12. januar 2013 eru:
Við tilmelding áðrenn 1. september: 850 kr.
Við tilmelding áðrenn 1. desember 950 kr.
Við tilmelding eftir 1. desember er prísurin 1.050 kr.

Les meira um tilmelding o.a. á www.gls.fo.

Nevndin fyri GLS Føroyar.


Talarar á GLS 2011



JOHN DICKSON

Leiðari á Centre for Public Christianity; leiðandi pastorur í St. Andrews Anglican Church Eru tignarligur tittul og máttmikil støða fyritreytir fyri ávirkandi leiðslu? “Tær tørvar ikki skipaðan myndugleika fyri at v

Tíðindi

GLS nýggja nevnd

GLS-Føroyar hevur fingið fleiri nýggjar nevndarlimir. Nevndin í GLS er


GLS-ráðstevnan flutt til januar 2013

GLS-ráðstevnuni (Global Leadership Summit) í Norðurlandahúsinum í fjør


Filmur fra GLS 2011

Minnist tú, hvussu tað var at vera á Global Leadership Summit (GLS) rá


Masterclass í samskifti í Skálavík

“Øll, ið samskifta, finna skjótt útav, at tað at megna at samskifta kl


1 2 3 4 5 Fram »